O S S // F A Q
Here you can read our Frequently Asked Questions. These are questions about payment methods, design, parking, when and where you can get tattooed, etc.
*English below
Her kanst tú lesa okkara Ofta Spurdir Spurningar. Hetta eru spurningar um gjaldsháttir, snið, parkeringsviðurskiftir, nær og hvar ein kann tatoverast, o.s.fr.
-
Hvussu bóki eg eina tíð?
Tú kanst senda eina bókingar-umbøn her. So fært tú eini sms-boð tá tín umbøn er játtað.
Minst til at svara spurningunum, ið eru, og send endiliga referansu myndir her.
Vit svara boðum innan 5 arbeiðsdagar.
Annars kanst tú ringja ella koma framvið handilin.Tú kanst eisini biðja um eina viðtalu við at ringja, støkka inn ella senda okkum ein mail. Viðtalur eru sjálvandi ókeypis.
-
Hvat er byrjunarprísurin hjá tykkum?
Okkara byrjunarprísur er 900kr. Prísurin verður mettur út frá hvat hvør einstaki kundin ynskir at fáa tatoverað. Prísurin ávirkast av myndini, detaljum, staðseting, stødd, litum, o.s.fr.
Um tú ynskir tekst ella eitt vælkent súmbol/kopi (t.d. Smiley, friðarmerkið, Mickey Mouse, o.s.fr.) er byrjunarprísurin 1000kr. -
Kann eg taka ein vin ella familjulim við mær?
Ja, tó alt við máta. Tað er sjálvandi í lagið, at hava onkran við sær (fyri selskab, at halda í hondinum á tær, moralskur stuðul, o.s.fr.). Orsaka av avmarkaða plássið í handlinum er best, um tú bert hevur 1-2 persónar við tær, um neyðugt. Vit vænta eisini, at tínir gestir virða arbeiðið ið fer fram.
-
Hvussu lang er bíðitíðin?
Í løtuni er bíðtítðin umleið 1-2 vikur.
Av og á eru tó glopp í skemanum hjá okkum. -
Hvussu kann eg gjalda?
Vit taka reiðan pening, kort og, í ringasta føri, bankaflytingar.
Tú kanst taka pengar út hesi støðini. -
Selja tit gávukort?
Ja, vit selja gávukort!
Í løtuni kunnu tey bert keypast í handli okkara.Gávukortini hava vit sjálvi gjørt við at endurnýta pappír-ruskið í handlinum. ♡
-
Kann eg broyta mína tíð?
Ja, tað kanst tú! Vit ynskja tóð at tú boðar okkum frá í góðari tíð (48 tímar ella meira) so vit hava tíð til at fylla tøku tíðina.
-
Hvussu er við parkering nærhendis handlinum?
Vit vita alt ov væl, at parkeringsviðurskiftini kunnu vera so sum so, so her er ein leinkja til tey nærmastu, stóru parkeringsøkini (8 tíma parkering).
-
Bjóða tit støkk-inn?
Um vit hava tíð til tað, so ja! Sum oftast eru vit bókaðar uml. 1-2 vikur fram, men har eru glopp av og á. Um tú ynskir eitt støkk-inn (walk-in), ert tú sjálvandi altíð vælkomin inn ella at ringja á +298 277200 og vita um vit hava tíð til hetta.
-
Kann eg síggja sniðið áðrenn mína avtalu?
Vit kunnu senda tær leysar skitsur, men vit senda ikki tað lidna sniðið. Tað eru fleiri orsøkir til hetta, m.a. stuldur av sniðum.
Oftast verður sniðið eiheldur teknað fyrr enn stutt áðrenn tína avtalu. Tú sleppur sjálvandi at síggja sniðið og gera onkrar broytingar um neyðugt, áðrenn byrjað verður at tatovera.
Er hetta ein trupulleiki, viðmæla vit, at vit bóka tær eina viðtalu, so vit kunnu tekna sniðið saman. -
Gera tit cover-ups?
Tað gera vit. Vit noyðast sjálvsagt fyrst at gera eina meting, um vit eru førar fyri at dekka tað, ið tú ynskir dekkað. Hetta inniber eisini, hvussu vítt tað ber til at dekka tatoveringina við tí, ið tú ynskir tær. Um hetta ikki ber til, so vilja vit fegin samstarva við teg og koma við uppskotum um, hvussu vit best dekka gomlu tatoveringina.
-
Kann eg broyta mítt hugskot/snið?
Tú kanst til eina og hvørja tíð gera smávegis broytingar til sniðið ella staðsetingina, t.d. um okkurt skal vera størri, hava ein annan lit, ella tú vilt hava tatoveringina á armin heldur enn beinið.
Um tú ynskir okkurt heilt annað, enn tað, ið longu er avtalað (snið, staðseting), so verður tú biðin um at siga frá í góðari tíð (min. 96 tímar áðrenn avtaluna), so vit kunnu fyrireika hetta.
Um tú broytir alt sniðið sama dag, sum avtalan er, mugu vit finna tær eina nýggja tíð. -
Tatovera tit á arr/húðsjúkur?
Hetta er eitt sindur trupult at svara. Fyrst og fremst kemur tað ann uppá hvat hetta er fyri sjúka ella arr. Allir kroppar eru ymiskir, tað sama við húð, húðsjúkur og arr.
Vit ynskja at sleppa at síggja húðina fyrst, andlit til andlit, so vit kunnu meta um hetta er gjørligt. Best er, um tú tosar við tín lækna ella ein dermatolog og fært eina váttan til at fáa eina tatovering. Tað er heilt sikkurt gjørligt at tatovera á arr. Tað avmarkar tó snið-møguleikarnir, tekur longri tíð og fer at krevja eyka ífyllu.
Arrið skal vera minst 2 ára gamalt áðrenn vit yvirhøvur kunnu byrja at umhugsa at tatovera omanyvir tað, og, sum áður sagt - tatovørurin má sleppa at síggja arrið fyrst. -
Kann eg fáa tatovering tá eg eri við barn og/ella gevi bróst?
Nei. Vit viðmæla ikki, at tú fært tatovering tá tú ert við barn og/ella gevur bróst. Tað er eingin orsøk til at seta heilsuna hjá móður og barn í váða. Orsaka av, at immun-verjan er skerd í viðgongutíðini, eru ávísir vandar ið kunnu henda, so sum:
Ávísar smittur kunnu spreiða til mjólkina og soleiðis til barnið
Orsaka av hormonum er húðin øðrvísi og hetta kann fáa blekkið at spreiða seg undir húðina
Øktan kjans fyri ovurviðkvæmi, ið møguliga kann yvirførast til fosturið.
Øktan smittuvanda fyri t.d. Hepatitis B, Hepatitis C og HIV, ið alt eru sjúkur, ið kunnu yvirførast til fosturið.
Og, í ringasta føri, ein øktan kjans fyri, at pínan frá at blíva tatoverað/ur møguliga kann elva til, at ein eigur ov tíðliga.
Sum heild, er tað eitt sera vánaligt hugskot.
-
Kann eg fáa tatovering tá eg havi ávísar sjúkur?
Hetta er nakað tað sama sum við arrum og húðsjúkum. Tað kemur ann uppá hvat tað er fyri sjúka. Her hugsa vit mest um sjúkur sum sukursjúka, hepatitis, bløðarasjúka, epilepsy, HIV, AIDS, o.sfr.
Tá tú fyllir umbønar-oyðublaðið út, so er ein kassi har, har tú kanst skriva hvørjar sjúkur og ovurviðkvæmi tú hevur.
Sumt krevur eina læknaváttan áðrenn vit kunnu loyva okkum at tatovera teg.
Tað sama er galdandi fyri ásívan heilivág.
Hetta er fyri tín tryggleika, fyrst og fremst, men eisini okkara. -
Hvat fyri útgerð nýta tit?
Vit nýta rotary-maskinur at tatovera við. Maksinurnar, ið vit hava, eru av góðari góðsku og rigga serstakliga væl til júst okkara arbeiði. Rotary-maskinur larma eisini munandi minni enn coil-maskinur. Hetta merkir, at larmurin, ið vanliga verður settur í samband við tatoveringshandlar, so at siga ikki er til staðar.
Um tú hevur trupulleikar við ljóði og yvir-stimbran, viðmæla vit at finna ein tatovær, ið nýtur rotary-maskinur.
Ennýtis úgerðin er í serflokki. Vit kanna gjølla og væl áðrenn vit avgerða hvat og hvagani vit keypa vøru.
Allar nálir eru sjálvsagt einnýtis, sterilar og av hágóðsku.
-
How do I book an appointment?
You can send a booking-inquiry here. Then you will receive a text-message when your inquiry has been accepted.
Remember to answer the questions given and do feel free to send any reference photos here.We will reply to messages within 5 workdays.
You can also call or stop by the shop.If you want a consultation you can also drop by, call us or send us an email. The consultations are free, of course.
-
What is the shop minimum?
Our starting price is 900dkk. We evaluate the price based on what wach individual wants to get tattooed. The price depends on the motif, details, placement, size, colours, etc.
If you want a text or a well known symbol/copy (fx. Smiley, peace-sign, Mickey Mouse, etc.) the starting price is 1000dkk. -
Can I bring a friend or family member along?
Yes, but within reason. It is, of course, completely fine to bring someone with you (for company, to hold your hand, moral support, etc). Because of the limited space of our shop it is best that you only bring 1-2 persons with you, if necessary. We also expect that your guests will respect the work being done.
-
How long is the waitingtime?
At the moment the waiting time is roughly 1-2 weeks.
We do have occasional gaps in our schedule, though. -
What forms of payment do you accept?
We accept cash, card, and in case all else fails, bank-transfers.
You can find ATMs here. -
Do you sell giftcards?
Yes, we sell giftcards! At the moment giftcards can only be bought at our shop.
We have handmade the giftcards themselves by re-using the paper-waste in the shop. ♡
-
Do you offer walk-ins?
If we have time for it, then yes! Most often we are booked ~1-2 weeks ahead, but there are some gaps in our schedule every now and then. If you want to do a walk-in, you are more than welcome to come on by or call us to check if we are available for this.
-
How is the parking in the area around the your shop?
We know all too well that parking can be a bit so-so, so here is a link to the closest, big parking-lots (8 hour parking).
-
Can I change my appointment?
Yes, you can! We do ask that you let us know well ahead of time (48 hours or more) so we will have time to fill the available time-slot.
-
Can I see the design before my appointment?
We can send you rough sketches, but we will not send the finished design. There are several reasons for this, amongst others; art theft. Most often your design won’t be drawn until shortly before your appointment. Of course, you will be able to see the design and make some changes before tattooing starts.
If this is an issue, then we recommend that we book you for a consultation so we can draw together. -
Do you offer cover-ups?
We do. Obviously we first need to evaluate if your cover-up is something we will be capable of doing. This includes whether or not it’s possible to cover the tattoo with what you want. If not, then we would love to work with you and come with suggestions on how to best cover the old tattoo.
-
Can I change my tattoo idea/design?
You can at any point make smaller changes to the design or placement, f.x. if something should be bigger, have a different colour, or you want the tattoo on your arm rather than your leg.
If you want a completely different design from what was previously agree upon (design, placement), we do ask. that you notify us well ahead of time (min. 96 hours before the appointment), so we can prepare for this.
If you change the entire design on the day of the appointment, we will have to book you for a later date. -
Can I get a tattoo with certain medical conditions?
Much like with scars and skin-conditions - it all depends on what your medical condition is. Here we are mostly referring to conditions like diabetes, hepatitis, hemophilia, epilepsy, HIV, AIDS, etc. When you fill out the inquiry-form there is a box where you can write what conditions and allergies you have.
Some medical conditions require a doctor’s note before we can allow ourselves to tattoo you.
The same goes for certain medications.
This is primarily for your safety, but also for ours. -
Can I get tattooed while pregnant and/or breastfeeding?
No. We do not recommend that you get tattooed while pregnant and/or breastfeeding. There is no reason to put the health of mother and child at risk.
Because the immune-system is compromised during pregnancy there are some risks that could happen, like:Some infections can spread to the milk and to the baby
The skin is different due to hormones, and this could the ink spread under the skin.
Higher chance of allergic reactions, and these allergies could potentially be transferred to the foetus.
Higher risk of infections like Hepatitis B, Hepatitis C and HIV, which can all infect the foetus.
And, worst case scenario, a higher chance that the pain from getting tattooed potentially could lead to a premature birth.
Overall, it’s just a really bad idea.
-
Do you tattoo over scars/skin-conditions?
There is no simple answer to this. First and foremost it depends on what condition or scar. Everyone’s body is different, same for skin, skin-conditions and scars.
We wish to see the area first, in person, so we can evaluate if this is possible. We do ask that you talk to a doctor or dermatologist and get cleared for tattooing. It is absolutely possible to tattoo on top of scars. It just limits the design possibilities, takes longer time and will need one or more touch-ups.
The scar needs to be a minimum of 2 years old before we can even consider tattooing on top of it, and again - the tattoo artists will need to see the scar first. -
What equipment do you use?
We use rotary-machines to tattoo. Our machines are quality machines and function exceptionally well for the work we do. Rotary-machines make considerably less noise than coil-machines. This means that the loud noises that are typically associated with tattoo shops are more or less eliminated.
If you struggle with sounds and over-stimulation, we recommend that you tattoo artist who uses rotary-machines.
Our disposable equipment is top-quality. We carefully research and select the brands we use and where we buy from.
All needle-cartridges are of course disposable, sterile and professional-grade.